Kokkur til Hotel Hafnia

Vit eru eitt livandi hotell við fleiri spennandi matstovum m.a. Bistro 1. Hædd og Katrina Christiansen, og tískil kunnu vit eisini bjóða tær fleiri spennandi uppgávur í køkunum.
 
Á okkara Bistro, 1. Hædd, verður klassiski franski køkurin settur saman við norðulendskum rávørum í søguligum umvhørvi.

Á okkara sjarmerandi matstovu, Katrina Christiansen, borðreiða vit við tapas, sum er gjørt við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.
 
Sum kokkur á okkara livandi hotelli, verður tú partur av einum evnaríkum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman. Vit bjóða eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at vera við til at menna matskráir í samstarvi við høvuðskokkin á Hotel Hafnia. Harumframt hesar uppgávur:

Fyrireiking og matger av vælsmakkandi a la carté rættum, ið eru í trá við okkara matskrá
Gott samstarv við starvsfelagarnar, ið tryggjar eina góða tænastu
At tryggja høga góðsku á tí vit gera, gott reinføri og harumframt at avmarka matoyðsl
 
Tú ert útbúgvin kokkur við viðkomandi royndum. Vit virðismeta allarmest títt virkni, og at tú heldur, at vælsmakkandi burðardyggur matur og góð tænasta ger allan munin.
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er hálvan mai 2024.
 
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 23. apríl 2024. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara, á tel. 233147 ella ao@hafnia.fo.

Application form